Harðligt spæl hjá Lugi feldi Elias og Sävehof

Sävehof tapti fyrstu fjórðingsfinaluna. Elias Ellefsen á Skipagøtu var offur fyri harðligum verjuspæli

Mynd: gp.se

Mynd: gp.se

Myndin frá Göteborgsposten sum sæst omanfyri sigur tað mesta. Føroyski landsliðsspælarin, Elias Ellefsen á Skipagøtu var offur fyri harðligum verjuspæli hjá Lugi, tá Sävehof og Lugi spældu fyrstu meistaraskapsfinaluna í Partille fyrr í dag. 

 

Lugi sum endaði á áttanda plássi í grundspælinum vann sera óvæntað 25-24 við einum sigursmáli, ið var skorað í næstseinasta sekundinum av dystinum.

 

Tá 20 minuttir vóru farnir av dystinum hendi nakað sum øll í Partille tosað um. Danski spælarin hjá Lugi, Steven Plucnar Jacobsen fór móti Eliasi sum var í álopsstøðu. Í støðuni tók Steven Plucnar Jacobsen og læsti armarnar rundan um hálsin hjá Eliasi, púra vitleyst verjuspæl. Steven Plucnar Jacobsen fekk tíbetur beinleiðis reytt, men hendingin tók sambært Göteborgsposten luftina úr Sävehof. Elias hevði fram til vitleysu gerðina hjá Steven Plucnar Jacobsen stórspælt við nógvum málum og fríspælingum. Tá Victor Hedberg í Lugi-málinum so eisini byrjaði at stórspæla og m.a. tók eitt brotskast hjá Eliasi bleiv brekkan brøtt hjá Sävehof.

 

Spælt verður best av fimm dystum. Liðini spæla aðru fjórðingsfinaluna í Lund komandi leygardag.

 

Elias megnaði hóast offur fyri vitleysum verjuspæli hjá Lugi at skora átta mál umframt at leggja upp til onnur mál í 24-25 tapinum fyri Lugi í dag. Í steðginum var Sävehof á odda 16-14, men í seinna hálvleiki gekk av skriðuni við málskjótingini hjá Sävehof. 

 

 

 

Mynd: gp.se

Mynd: gp.se