Harða kjarnan atkvøddi ímóti

Tað vóru tríggir av tungvektarunum í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, Jacob Vestergaard og Jákup Mikkelsen, ið atkvøddu ímóti at lata Sólju í Ólavsstovu halda fram í sessinum sum Løgtingsins Umboðsmaður.

 

Teir tríggir vóru skjótir at atkvøða ímóti, meðan Sambandsflokkurin atkvøddi blankt og Miðflokkurin atkvøddi fyri.