Haraldur kongur í Noregi varð í gjár tilnevndur heiðutsdoktari við lærda háskúlan í Oxford. Hann kann nú prýða seg við heitinum Doctor of Civil Law, og tað eru bara ríkisleiðarar og rektarar á Oxford, sum fáa hetta heitið. Haraldur kongur las búskap og politiska vísindi á lærda háskúlanum í Oxford tíðliga í sekstiárunum, og í gjár fekk hann rós fyri at hava knýtt tætt samband millum Bretland og Noreg. Bæði pápi og abbi Harald kong vóru heiðursdoktarar við lærda háskúlan í Oxford. Hákun kongur fekk heitið í 1943, og Ólavur kongur fekk tað longu í 1937.