Har vit skulu gjalda, skulu vit eisini valda

Ein av fremstu uppgávunum hjá nýggja formanninum í Føroya Kommunufelag, verður at tryggja, at kommunurnar sleppa at valda, har tær skulu gjalda. Men hann ætlar eisini at gera sítt til, at allar kommunurnar í landinum verða savnaðar undir sama hatti

 

Formansskifti


Har kommunurnar skulu gjalda, skulu tær eisini valda.

Tað verður eftir øllum at døma eitt av slagorðunum hjá nývalda formanninum í Føroya Kommunufelag.

Jacob Vestergaard, sum nú tekur við formansstarvinum í Føroya Kommunufelag eftir Jógvan K. Mørkøre á Eiði, sigur, at tað nýggja stýrið fer ivaleyst at halda fram við arbeiðnum, sum undanfarna stýrið legði lunnar undir.

? Men nú er nýtt fólk komið í stýrið, og tað er gott fólk, sum hevur sínar hugsanir og tey fara uttan iva at skera kósina hjá Kommunufelagnum út í kortið.

Hóast Jacob Vestergaard er nývaldur formaður í Kommunufelagnum, er arbeiðið ikki ókent hjá honum, tí hann hevur verið stýrislimur í seinastu trý árini.

Hann sigur, at uppgávan hjá Kommunufelagnum verður enn sum áður, at tala søk kommunurnar og at verða við í arbeiðnum, sum fer fram á lógarøkinum, tá ið kommunupolitikkur er á skránni.

? Vit skulu sjálvandi ansa eftir, at kommunurnar verða hoyrdar, tá ið viðurskifti, sum viðvíkja okkum, eru á skránni


Greiður skilnaður ímíllum land og kommunur

Jacob Vestergaard sigur, at ein av fremstu uppgávunum verður at fáa greið viðurskifti ímillum landið og kommunurnar.

? Eitt mál, sum Kommunufelagið hevur arbeitt nógv við, er at fáa eittgreitt uppgávubýtið ímillum landið og kommunurnar .

Hann sigur, at í løtuni er tað í fleiri førum ógreitt, hvør hevur ábyrgdina av hvørjum, eitt nú á almanna- og sosialøkinum.

?Eitt nú hava fleiri kommunur bygt sambýli, men tað er landið, sum setir treytirnar. Eitt annað dømi er, nú kommunurnar fingu ábyrgdina av barnaansingini. Tá íð sáttmálar vórðu gjørdar ímillum kommunur og feløgini hjá dagrøktarunum, hendi tað, at Landsstýrið legði seg út í smálutir í sáttmálunum og tað tarnaði málinum rættiliga illa.

Jacob Vestergaard leggur stóran dent á, at kommunurnar sleppa at valda, har tær skulu gjalda.

? Sjálvsagt skal eftirlit vera. Og sjálvsagt skulu vit hava rammulógir. Men tær skulu ikki ganga kommununum ov nær. Tær skulu ikki vera so trongar, at tær forða kommununum í at finna rímiligar loysnir, um tað so í summum førum eru óvanligar loysnir. Landið skal ikki lóggeva niður í smálutir í kommunalum viðurskiftum.

Og sjálvsagt verður tað eisini ein av høvuðsuppgávunum hjá felagnum at tryggja, at peningur fylgir við, hvørja ferð kommunurnar yvirtaka eitt málsøki frá landinum.

Hann sigur, at hesa næstu tíðina fer Kommunufelagið ikki minst at fylgja væl við arbeiðnum at gera eina tilbúgving fyri allar Føroyar. Tað er ein ætlan, sum kommunurnar koma at hava rættiliga nógv við at gera. m.a. tí at kommunurnar hava sløkkiliðini.

Samstundis eru kommunurnar eisini við í arbeiðnum á eldraøkinum, sum helst hevur til endamáls at leggja tað út til kommunurnar at umsita.


Sameina kommunurnar

Men nývaldi formaurin í Kommunufelagnum sigur, at eitt tað fyrsta, hann ætlar at royna, er, um tað ber til sameina allar kommunurnar í sama felag.

?Eg veit ikki um tað er møguleiki fyri tí. Men ber tað upp á nakran máta til, ætla við í Kommunufelagnum at at gera okkara til, at sameina allar kommunurnar í sama felag.

Hann sigur, at kunsturin verður at samansjóða valdsbýtið ímillum tær stóru kommunurnar og tær smáu.

? Sjálvandi skulu tær lítlu kommunurnar hava eitt orð at siga. Men tað er líka sjálvsagt, at tær kunnu ikki hava líka stórt vald sum tær stóru kommunurnar.

Men hann vísir á, at bæði Kommunufeløgini eru áhugafeløg. Og tá ið kommunal viðurskifti eru skránni, eru áhugamálini í heilt nógvum førum tey somu.

?Tað hevði verið ein stórur fyrimunir, sum vit vóru í einum felag, tí so høvdu vit vita betri av hvørjum øðrum, tí oftani tosa vit sama mál kortini.


Eitt liðugt kapittul

Hinvegin heldur nýggi formaðurin í Føroya Kommunufelag, at spurningurin um at leggja kommunur saman, er eitt yvirstaðið kapittul í føroyskari kommunusøgu.

? Eg var sjálvur heitur talsmaður fyri at leggja saman. Men nú er alt kjak um samanlegging farið.

Hann sipar til, at eitt stórt kommunuálit kom, har tað varð lagt upp til eina fasta mannagongd um, hvussu farast skuldi fram, tá ið samanleggingin skuldi fremjast.

? Men alt tað arbeiði varð lagt til viks, tí landsstýrið ásannaði, at tað er ikki politiskur meiriluti fyri at leggja kommunur saman við lóg. Og sjálvar vildu kommunurnar ikki leggja saman.

Jacob Vestergaard heldur tí , at tað loysir seg ikki longur at brúka fleiri kreftir upp á tað málið.

? Nú mugu kommunurnar heldur royna at finna aðrar hættir at samstarva uppá, heldur hann.

Annars er eitt uppskot til viðgerðar um sjálvbodna kommunusamanlegging, men tað skilst, at tí væntar hann sær ikki so nógv av.

Men hann heldur, at landsstýrið tíverri er farið at gera lógir, sum stríða ímóti veruleikanum sum er.

?Landsstýrið vil ikki leggja kommunur saman við lóg. Men tær lógir, sum verða gjørdar, verða gjørdar til størri eindur, eitt nú lógin um kommunustýri, sum varð samtykt stutt fyri jól. Tann lógin er gjørd til stórar kommunur. Lógin setir kommununum ymsar treytir. Men andsøgnin í lógini eru, at tað er í fleiri førum heimild til at gera undantøk fyri tær smærru kommunurnar.

?Jacob Vestergaard heldur, tað er skeivt at gera lógirnar, sum um vit høvdu stórar kommunur í Føroyum, tá ið veruleikin er, at vit hava nógvar smáar kommunur og fáar stórar.

Honum dámar heldur ikki tankan um, at landsstýrið ætlar at leggja fleiri øki út til kommunurnar at umsita í vónini um, at tær so fara at leggja saman.

?Antin verða kommunurnar lagdar saman og lóggávan gjørd eftir tí. Ella verða tær ikki lagdar saman og so verður lóggávan gjørd eftir tí, heldur hann