Hósdagin, tá Fiskamarknaður Føroya gjørdi sínar metingar fyri næstu viku, vóru bara fýra línuskip til fiskiskap. Roknað varð tó við, at fleiri skip loysa, tá streymurin batnar.
- Mánadagin koma tvey línuskip undan Íslandi. Tey hava eina blanding av toski, hýsu, brosmu og longu. Seinni í vikuni vænta vit eitt skip aftrat undan Íslandi og so okkurt av teimum smærru línuskipunum.
Lagt verður aftrat, at eitt línuskip fer á djúpt vatn at royna eftir blálongu, men tað er ivasamt, um tað kemur inn aftur í vikuni.
Um útróður verður sagt, at streymurin verður harður fyrst í vikuni, men batnar, sum vikan gongur.
- Veðrið sær út til at gerast hampiligt, so vónandi verður nakað av útróðri í næstu viku, leggur Fiskamarknaður Føroya aftrat.










