Harður jarðskjálvti í Grønlandi

Ein jarðskjálvti, sum var 6,1 á Richterstiganum, var seinnapartin í útnyrðingapartinum av Grønlandi Danski jarðfrøðistovnurin sigur, at skjálvtin var so mikið harður, at hann kendist í Thule, sum er 90 kilometrar frá miðdeplinum í skjálvtanum.

Jarðfrøðingarnir rokna eisini við, at fólk í bygdin Qaanaaq kendu ristingarnar, sjálvt um bygdin er 195 kilometrar frá skjálvtamiðdeplinum.

Tann seinasti harði jarðskjálvtin í Grønlandi var tann 30. augfust í 2005. Hann var 5,3 á Richterstiganum.