Harður jarðskjálvti í Bolivia

Ein harður jarðskjálvti var í kvøld í Bolivia. Myndugleikarnir siga, at skjálvtin var 6,2 á Richterstiganum, og at miðdepilin í skjálvtanum var 185 kilometrar í landssynning úr býnum Santa Ana og 530 kilometrar undir jørð.

Tíðindafólk í boliviska høvuðsstaðnum La Paz siga, at har kendist skjálvtin væl, hóast miðdepilin var 350 kilometrar burturi.

Enn er einki frætt um, at nakað fólk hevur fingið skaða, men sagt verður, at nógv fólk eru farin úr húsum sínum, tí tey bera ótta fyri eftirskjálvtum, sum kunnu fáa húsini at rapa.