Níggju stjórnarhermenn og 20 kurdiskir uppreistrarmenn eru falnir í hørðum samanbrestum í turkiska landspartinum Sirnak, sum er nærhendis markinum við Sýrialand og Irak.
AFP skrivar, at uppreistrarmenninir eru úr kurdiska arbeiðaraflokkinum PKK, og at stríðið millum stjórnarherin og teir kurdisku uppreistrarmenninar er harðnað rættiliga nógv teir seinastu mánaðirnar.
Eitt nú doyðu fimm stjórnarhermenn fyri fjúrtan døgum síðani, tá kurdar søktu at einum bilafylgi hjá herinum. Herurin svaraði aftur við fleiri álopumn, sum sambært hernaðarkeldum hava kostað 21 uppreistrarmonnum lívið.