Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt

34 Gullmerkir, 23 Silvurmerkir og 24 Bronsumerkir

Regin Eikhólm

 

Har ið merkini veittra, veittri eisini mítt. Soleiðis byrjar seinna ørindi av okkara flaggsangi: Sjá, tú blánar sum loftið .... (Hans A. Djurhuus 1883-1951, Dimmalætting 6.3.1920). Eitt merki, fleiri merkir. Tað sama er galdandi fyri flest øll vanlig hvørkikynsorð sum í hvørfalli enda við –i. Hjá V.U. Hammershaimb og Jakob Jakobsen, doktara, er merki/merkir enntá við í Anthologi’ini frá 1891. Í móðurmálinum hava vit mong onnur dømir: dømi/dømir, kvæði/ kvæðir, petti/pettir, epli/eplir, fylgi/fylgir, øki/økir, tíðindi/tíðindir v.fl.

Heiðursmerkir

Nú oyggjaleikirnir hava verið í Álandi, er tað gleðiligt at hoyra hvussu mong heiðursmerkir vit hava vunnið – hjartaliga tillukku við tí. Men tá tað ferð eftir ferð verður endurtikið hvussu mong heiðursmerki - ikki merkir - vit hava vunnið, ljóðar hetta bæði kollut og óføroyskt. Hví hesi annars frálíku frásøgufólk ikki tora at brúka føroyska fleirtalsformin merkir, men heldur brúka tann kunstiga fleirtalsformin merki, kann mann bara gita um.

Lingvistiskan førleika

Nú Føroyamálsdeildin í nærmastu framtíð skal útnevna ein nýggjan professara í føroyskum máli, hevði tað verið heppið við einum lingvistiskt orienteraðan málfrøðingi, hvørs høvðusuppgáva skuldi verið at legalisera móðurmálið í skrivt og talu við grundstøði í føroyska / latínska alfabetinum. Tá hevði føroyingurin aftur torað at tosað natúrliga og at brúkt móðurmálið - livandi og fjøltáttað - uttan at óttast fyri at verða happaður.

Søgu-tungu filologarnir, sum hava rátt fyri borgum higartil, hava ikki megnað at seta móðurmálið í fokus, men hava brúkt tað mesta av síni tíð upp á verbalt at útstappa Trónd í Gøtu og hansara fylgisveinar heldur enn at geva gætur hvat okkara livandi Hanus og Janus standa fyri móðurmálsliga.

 

Annars hjartaliga tillukku við øllum medaljunum – sera flott at vinna so mong merkir!