Har fór 2013

Eingin sigur, at vit skulu liva og uppliva tíðina, sum tíðin leggur upp til.

Niðurteljingin til enn eitt ársskifti er av álvara farin í gongd. Vit hava lagt 12 mánaðir aftur um okkum, og nú njóta vit seinastu tímarnar av 2013. Á midnátt gamlaárskvøld verður ársskiftið markerað við fýrverki, veitslulagi og góðynskjum. Og tað er eisini løtan, tá ið vit kunnu staðfesta, at 365 dagar verða skjótt lagdir aftur um, og tíðin gongur við ferð. Miðlar og tíðin gera, at vit valla varnast tíðina. Alt gongur skjótt fyri seg, vit eru online og við allatíðina, og blíva vit burtur í øllum hentleikunum, kunnu vit altíð siga, at soleiðis er tíðin. Og tað er tíðin, ja. Men eingin sigur, at vit skulu liva og uppliva tíðina, sum tíðin leggur upp til. Tað ber saktans til at skapa sær sína egna gerandisdag við tí innihaldi, ið vit hava hug at velja burturúr – eisini um innihaldið er tíðarleyst.

2013 bjóðaði okkum mangt og hvat. Vit hava øll havt upplivingar, sum vit ikki áður hava havt, og sum samfelag eru vit eisini farin ígjøgnum nýggjar hendingar og tilburðir. Búskaparstøðan í vesturheiminum er heldur frægari, enn hon var var fyri nøkrum árum síðani, og her á landi er støðan á góðari leið, hóast ført verður fram, at tey, ið eru væl fyri, eru blivin betur fyri, meðan tey, sum eru verri fyri, framvegis stríðast. Føroyski útflutningurin er vaksin, serliga orsaka av alilaksi og uppsjóvarfiski, og almenna hallið er minkandi. Men tað er strøðugt trýst á almennum myndugleikum fyri at veita betri tænastur til borgararnar og at byggja út og betra umstøður í samfelagnum.

2013 hevur verið sera lívligt á politiska leikvøllinum. Stríðið millum samgongu og andstøðu var hart, og samgongan misti ein flokk úr samstarvinum, tá ið Kári P. Højgaard varð koyrdur sum landsstýrismaður eftir ófriðin í samandi við tunnilsmálið. Samgongan hevur tó megnað at staðið saman um síni mál og sítt samgonguskjal, og í løtuni bendir einki á, at missurin av einum flokki fer at ávirka samgonguna stórvegis. Tað hava eisini verið rembingar innanhýsis í politiskum flokkum, og løgmaður og landsstýrisfólk hava kent sviðan frá kritiskum fjølmiðlum, sum hava tikið fleiri umstrídd og prinsipiell mál upp í hesum árinum.

Fjølmiðlarnir hava í hesum árinum gjørt nógv við kritiskan journalistikk, og stórmál hava sett dám á samfelagskjakið í longri tíð. Men tað er eisini brúk fyri nógvum smærri og skjótum søgum til allar tíðindaportalarnar, sum kappast um uppmerksemi hjá fólki. Tað skal verða ein stríður streymur av søgum, og tað setir krøv til fjølmiðlarnar – og eisini til brúkarnar.

Sosialurin hevur í 2013 roynt at givið sínum lesarum eina fjølbroytta mynd av tí, sum fyriferst í føroyska samfelagnum. Sosialurin er partur av samtakinum, sum eisini umfatar tíðindaportalin In.fo, Rás2 og Miðlahúsið. Hetta gevur møguleikar at framleiða ymiskt tilfar til ymiskar miðlar og brúka tær styrkir, sum teir ymsu miðlarnir hava. Í hesum serblaði – tí seinasta í hesum árinum – varpa vit ljós á nakað av tí, sum Sosialurin hevur latið sínum lesarum í ár. Hetta er á ongan hátt ein fullfíggjað mynd av árinum, ið fór, men nakrar úrvaldar greinar, sum hava verið í Sosialinum farna ári.

Vit takka við hesum fyri 2013 og ynskja øllum eitt gott 2014

Sosialurin