Har er okkurt galið við íløgunum hjá Lív

Eg tók avgerð um at stilla upp til Ognarfelagið í vár, tá Tryggingareftirlitið staðfesti, at Lív ikki umsitur eftirlønina eins væl og donsku eftirlønarfeløgini gera.

 

Síðani tá havi eg hugsað um trý viðurskifti at varpa ljós á, verði eg valdur:

 

Eftirlønin má umsitast betur

 

Kundin eigur Lív. Lív hevur tí eitt høvuðsendamál. At tryggja eitt so gott avkast til sínar limir sum gjørligt. Túsundtals føroyingar eru við lóg noyddir at hava  sína eftirlønaruppsparing hjá Lív.

Minsta krav skal tí vera, at Lív forrentar hesa uppsparing so væl sum gjørligt.

 

Men okkurt bendir á, at her haltar. Alvorliga. Ikki bara í ár - har uppsparingin er uppetin av vánaligum íløgum og umsitingargjøldum.

 

Ein kanning, sum Tryggingareftirlitið kunngjørdi í vár, vísir, at árliga íløguavkastið hjá føroysku pensjónsfeløgunum seinastu 10 árini var í miðal 3,7 %, ið er næstan helvtina av avkastinum hjá donsku feløgunum, sum var 6,7 %

 

Sum limur í Ognarfelagnum fari eg at krevja leiðsluni eftir svari. Svarið, sum leiðslan higartil hevur givið - at Lív hevur ein varnari íløguprofil enn donsku feløgini - hongur ikki saman. Hygg bara at 2018, tá íløguhallið hjá Lív var næstan tað sama sum hjá hinum ”váðafúsu” donsku feløgunum.

 

Fleiri íløgur í føroyska íbúðarbygging

 

Meginparturin av íløgunum enda í útlandinum. Í 2019 lógu einans gott 10 % av íløgunum í Føroyum.

 

Síðani tá hevur Lív tó lurtað eftir atfinningunum og  hevur gjørt fleiri íløgur í føroyska samfelagið,

 

Lív er við at fíggja bæði gistingarhús og vindmyllur. Hetta er gott, tí tað tænir bæði Lív og samfelagnum.

 

Samstundis rópa Føroyar eftir fleiri bústøðum. Felagið Bústaðir hevur fingið heimildina at byggja leiguíbúðir og lutaíbúðir saman við øðrum aktørum - men enn hevur Lív at kalla hildið seg uttanfyri. Fyriuttan at veita Bústøðum eitt stórt lán, tók Lív seg enntá úr einari byggiverkætlan, tí  vinningurin var ov lítil í mun til váðan. Samstundis frættist, at donsk íløgufeløg hava víst áhuga í at fíggja íbúðarbygging í Føroyum.

 

Lív skal taka samfelagsábyrgd og koma inn í kampin.

 

Fleiri íløgur í list

 

Eitt stórt felag hevur moralska skyldu at stuðla listini. Tað ásannaðu bæði gamla tryggingarfelagið og bankarnir í farnu øld.

 

Banknordik ræður í dag yvir einum stórum listasavni, sum á hvørjum ári fær játtan at keypa nýggja samtíðarlist. Nevndin fyri savnið hevur samstundis heimild at bæði útleiga málningar og at selja burturav savninum fyri at keypa nýggja list.

 

Betri Samtakið hevur yvir 1000 listarverk, harímillum fleiri dýrgripir, sum hava fleirfaldað sítt virði, og sum prýða veggirnar til gagns fyri bæði starvsfólki og kundum.

 

Lív átti at gjørt sum Betri samtakið og sett á stovn ein bólk við listakønum, sum árliga fær eina upphædd at keypa góða samtíðarlist fyri.

 

Endamálið við bólkinum skal ikki vera beinleiðis at stuðla listarfólki, men at gera íløgur í góða list, sum við árunum veksur í virði.

 

 

Finnur Koba

 

ein kritisk rødd í Ognarfelagnum Lív