Harðasta revsingin í øldini

Hóast lítið er, sum bendir á, at talan hevur verið um serstakliga ógvusligan tilburð, so er dómurin til Hans Áka Dal Christiansen hjá Kyndli tann harðasti, sum er feldur í Kappingarnevndini í fleiri ár

Hondbóltur

Fyrst og fremst, so er tað at kalla púrasta óhoyrt, at leikbann verður ásett í tríggjar dystardagar. Seinastu árini hevur tað í sjálvum sær verið heilt óvanligt, at longt leikbann er givið. Og tá hetta er givið, hevur dómurin ongan tíð verið so harður, sum hann hevur verið tað hesaferð.

Fordømini
Ítøkiliga kunnu trý dømi nevnast, har talan hevur verið um longt leikibann.
Í 2003 fekk Dejan Lacok krossaðar armar frá dómarunum, eftir at hann í hevnisøku hevði sparkað mótstøðumann niður. Talan var um fyrstu burturvísingina av hondbóltsvølli í fleiri ár, men kortini var dómurin frá Kappingarnevndini “bert” ein dagur afturat degnum, sum reyða kortið gevur av sær sjálvum. Ikki fyrr enn dómaraparið í dystinum gjørdi vart við sína ónøgd um úrskurðin, varð leikbannið longt til tveir dagar umframt tann eina.
Í fjør fekk Tróndur Vatnhamar hjá H71 longt leikbann, tá hann eftir dómarans meting sýndi serstakliga ljótan atburð, eftir at hava fingið reytt kort. Úrskurðurin hjá Kappingarnevndini var, at spælarin skuldi hava leikbann í tveir dagar, umframt tann dagin, sum reyða kortið gav.
Fyrr í heyst fekk Áki Mørk hjá Neistanum reytt kort í dysti móti StÍF. Eftir at hava fingið reyða kortið, kom hann í seinastu sekundunum inn á vøllin, tá brotskast var dømt til StÍF. Í fyrsta umfar varð hann burturvístur av dómarunum, og tá Kappingarnevndin viðgjørdi málið, varð talan um leikbann í ein dag aftur at degnum, sum reyða kortið gav.

Harðasti dómur í fleiri ár
Tað er vert at leggja til merkis, at harðasta revsingin í fordømunum til longt leikbann, er tveir dystardagar umframt reyða kortið, sum var givið.
Og tí er revsingin til Hans Áka Dal Christiansen harðasta revsingin, sum Kappingarnevndin hevur givið í nógv ár. Einki reytt kort varð givið til Hans Áka í dystinum, og tí er dómurin frá sjálvari Kappingarnevndini tríggir dystardagar.
Og stóri spurningurin er, hvørt talan er somikið ógvusligan tilburð, at hetta rættvísgerð harðastu revsingina, sum er dømd føroyskum hondbóltsspælara í fleiri ár. Er talan um tilburð, sum ógvusligari enn at sparka mótstøðumann niður í hevnisøku, ella við beinleiðis at hótta dómaran undir dysti?
Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa avrit av dómarafrágreiðingini, men sum skilst, so er einki í hesi, sum bendir á, at talan var um somikið ógvusligan tilburð. Tvørturímóti, so staðfesta okkara upplýsingar tað, sum Hans Áki Dal Christiansen sjálvur sigur. Nevnliga at dómararnir í frágreiðingini afturvísa, at talan var um harðskap mótvegis umboði fyri dómaraborðið.

Brot á siðvenju
Tað kundi bent á, at Kappingarnevndin hevur tikið onnur atlit enn tað, sum stendur í dómarafrágreiðingini, tá úrskurðurin er gjørdur. Og er hetta so, so er talan um greitt brot á siðvenjuna. Enntá eina siðvenju, sum varð staðfest í vár, tá annað mál endaði hjá Ítróttardómstólinum.
Ta ferðina varð Kappingarnevndin tikin av ræði, tá Dómsnevndin gav einum felag viðhald í, at videoprógv kundi nýtast sum grundarlag fyri at døma leikbann. Avgerðin hjá Dómsnevndini varð tó ógildað av Ítróttardómstólinum, sum ógvuliga greitt staðfesti, at siðvenja skal vera galdandi. Staðfest varð eisini, at skal siðvenja broytast, eigur hetta at vera viðgjørt av starvsnevnd ella aðalfundi, og altso ikki grundað á einstakt mál, sum stingur seg upp í kappingarárinum.
Og samstundis kann skoytast uppí, at formaðurin í Kappingarnevndini ta ferðina segði sessin frá sær, tí hann helt tað vera púrasta burturvið, at Dómsnevndin soleiðis skuldi gera nýggja siðvenju.