Harðari álop í dag

Seks kvinnur, trý børn og ein maður doyðu í ísraelskum loftálopum á Gazageiran í dag. Tað siga sjúkrahúslæknar við altjóða tíðindastovurnar, sum eisini vita at siga, at álopini í dag eru tey harðastu teir seinastu dagarnar.

Sambært læknunum vóru tey 10 fólkini í einum húsum, sum rapaðu av bumbum frá ísraelskum flogførum. Sagt verður, at bjargingarfólk eru í ferð við at kanna húsaleivdirnar fyri at vita, um nøkur fólk munnu liggja undir teimum.

Ein talsmaður fyri ísraelska herin sigur, at tey eru í ferð við at kanna upplýsingarnar.