Fleiri minni lágtrýst yvir Norðhavinum fara í ein eystan og vikna, men køld luft streymar áhaldandi oman yvir Føroyar av norðri og útnyrðingi. Mánadagin fer eitt lágtrýst norðan fyri Ísland í ein eystan og lýggjari luft kemur inn yvir Føroyar av vestri. Týsdagin liggur lágtrýstið í ein landnyrðing úr Føroyum og fer síðani í ein landsynning. Hetta ger, at køld luft streymar inn yvir Føroyar av norðri. Mikudagin fer ein hátrýstsryggur framvið Føroyum av vestri, men seinni koma brúgvaløg við regni og vindi inn yvir landið av vestri og útsynningi.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum eitt skifti øtlar í hvassan vind ella skrið, 15 til 20 m/s. Í hvirlunum verður hvassur stormur. Út á dagin makar hann spakuliga vindin niður í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Samdrigið og kava-, vátaslettings- ella heglingsæl. Í nátt gul til stívt andøvsgul av útnyrðingi, 5 til 10 m/s, í støðum upp í strúk í vindi, 13 m/s. Samdrigið og okkurt einkult vátaslettings- ella kavaæl. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Í morgin
Gul til stívt andøvsgul av vestri og útnyrðingi, 5 til 10 m/s, eitt skifti upp í strúk í vindi, 13 m/s. Yvirhøvur turt og onkrir sólglottar fyrrapartin, men seinni fyri tað mesta skýggjað. Hitin millum 3 og 7 stig. Í annaðkvøld og týsnáttina øtlar hann vindin í strúkur í vindi upp í skrið av vestri, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Tað verður skýggjað og támut og regn av og á. Hitin millum 5 og 8 stig.
Týsdagin
Strúkur í vindi upp í skrið av vestri, seinni útnyrðingi, 13 til 18 m/s, við hørðum hvirlum. Samdrigið og okkurt æl. Hitin millum 4 og 8 stig. Um náttina makar hann vindin í stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útnyrðingi og norðri, 10 til 15 m/s. Samdrigið og møguliga ælaveður, kanska við vátaslettingi ella heglingi. Hitin millum 1 og 5 stig.
Mikudagin
Stívt andøvsugl upp í hvassan vind av norðri og útnyrðingi, 10 til 15 m/, sum makar niður í lot til andøvsgul av vestri, 3 til 8 m/s. Yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 2 og 5 stig. Um kvøldið og náttina øtlar hann vindin í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av vestri og útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn av og á og hitin millum 5 og 8 stig.
Hósdagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av útsynningi, 10 til 15 m/s, sum um náttina hækkar í ein vestan. Skýggjað og stundum regn. Hitin millum 5 og 9 stig, um náttina millum 2 og 5 stig.
Fríggjadagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av vestri og útnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum í løtum makar nakað. Tað klárar í, men framvegis okkurt æl, lutvíst við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 3 hitastig.










