Í dag veksur vindurin upp í andøvsgul upp í ein strúk, 8 - 13 m/s av landsynningi, men seinnapartin snarar hann í ein vestan og veksur upp í 18 m/s, í støðum upp í 20 m/s við hørðum hvirlum. Tað verður skíggjað og regn og hitin millum 7 og 10 stig.
Í morgin vigur hann minkandi vind, andøvsgul upp í ein strúk, 8 - 13 m/s. Tað verður skíggjað og ælaveður, hitin millum 9 og 12 stig. Um náttina minkar hann enn meira um vindin, niður í 3 - 8 m/s. Skiftandi skýloft við einstøkum ælum og hitin millum 6 og 9 stig.
Leygardagin verður frægari veður. Hann sigur lot til andøvsgul av útsynningi, 3 - 8 m/s, sum seinni snarar í ein sunnan. Sólin kagar, men einstøk æl vera eisini. Hitin millum 8 og 12 stig. Um náttina skíggjað og regn, hitin millum 7 og 10 stig.
Sunnudagin sigur hann gul til stívt andøvsgul av suðri, 5 - 10 m/s, sum seinni veksur til 8 - 13 m/s av landsynningi. Skíggjað og regn, hitin millum 8 og 12 stig.