Summar Festivalur
Vísusangarin Hanus G. Johansen fer aftur í ár at spæla á Summar Festivalinum í Klaksvík.
Á báðum undanfarnu Summar Festivalinum hevur Hanus verið við, og hansara framførslur hava verið framúr nakað av tí besta, sum hevur verið á festivalinum yvirhøvur.
Og alle gode gange tre, tí Hanus fer aftur í ár syngja sínar kendu sangir á Summar Festivalinum.
Tað munnu verða fáir føroyskir vísusangarar, sum kunnu samanberast við Hanus, ið hevur gjørt eina rúgvum av framúrskarandi løgum til yrkingar hjá øðrum ikki minst Pól F. Joensen.
Á flog við Frændum
Hanus Gærdum Johansen vaks upp í Klaksvík, og hann var virkin í tónleikalívinum í Klaksvík í nógv ár. Hann fór at spæla gittar og syngja sum blaðungur, og hann var við í onkrum tónleikabólkum.
Tá ið Frændur fyrstu ferð fór í studio í 1984, var Hanus við í bólkinum, og tað kom væl við hjá honum tónleikarunum í bólkinum, tí Hanus hevði roynt studio áður, og hann var góður sangari.
Hanus setti dam á fyrstu tvær útgávurnar hjá Frændum, og hann kann millum annað hoyrast á sangum sum Hundurin Brúni og Friðarsangur.
Fólkærur vísusangari
Hanus er tó fyrst og fremst kendur sum tann fólkakæri vísusangarin, sum dugir at fanga einhvørja mannfjøld um hon er stór ella lítil. Útgávan Gaman og álvara staðfesti støðuna hjá Hanus sum ein framúr lagasmið og sangara ikki minst tá ið hann tulkaði Pól F. Joensen.
Hanus hevur eisini spælt saman við klassiska orkestrinum Aldubáruni, og nýggjar studioupptøkur liggja fyri framman.
Men Hanus er kanska allarbest, sum hann kann upplivast á Summar Festivalinum - við einum kassagittara um hálsin, einsamallur á einum palli.