Í januar skifti 16 ára gamli Hanus Sørensen úr barndómsfelagnum HB til danska felagið FC Midtjylland, har hann er partur av einum av bestu fótbóltsskúlunum í Evropa.
Ungi vongleikarin, sum eisini er partur av søguliga føroyska U17-landsliðnum, spælir fyrst og fremst við U17-liðnum hjá FC Midtjylland, men hann slapp í dag at royna seg á eykaliðnum hjá teimum vaksnu.
Hetta var í sokallaðu Reserveligaen, har mótstøðuliðið var Viborg FF. Bæði liðini høvdu Superliga-spælarar við - FC Midtjylland eitt nú Simon Kroon, Marc Dal Hende og André Rømer.
FC Midtjylland vann dystin 3-0, og Hanus Sørensen byrjaði inni á høgra bakki. Har spældi hann í 70 minuttir, áðrenn hann troyttur varð skiftur út eftir eitt gott avrik.