Fløga
1.desember 2006 kemur út nýggj fløga við Hanus G. Johansen og Aldubáruni. Talan er um løg, ið Hanus hevur gjørt til yrkingar eftir norska skaldið Jakob Sande. Jakob Sande (1906-1967) var av Vestlandinum og yrkti á nýnorskum. Í innihaldi og stíli minnir hann ikki sørt um Poul F. Joensen. Í samband við, at 100 ár eru síðan Sande varð borin í heim, verður nógv gjørt burturúr í Noregi. Henda fløgan verður okkara íkast, skriva Hanus og Aldubáran í tíðindaskrivi.
Longu í 1995 byrjaði Hanus at seta løg til yrkingar eftir Sande, og nógvar av hesum hava vit uppliva á konsertum kring Føroyar.
Í samband við hesa verkætlan, var Hanus í Noregi í februar/mars 2006 á longri kunningarferð. Vitjað varð í Dale í Sunnfjord, heimbygdini hjá Jakob Sande.
Har fekk hann vegleiðing frá serkønum fólki á staðnum og nýtti Hanus høvið, at seta seg inn í málsliga framburðin og umhvørvið annars. Hesi fólk vóru eisini í Føroyum í samband við upptøkurnar.
Nýggja fløgan, ið hevur heitið “Frå leddiken”, er tikin upp í upptøkuhøli, men er tó ein “studio-live fløga”. Finnur Hansen hevur tikið upp og Ólavur Jakobsen hevur verið framleiðslustjóri.
Limir úr tónleikabólkinum Aldubáruni og føroysk tónaskøld hava sett út tónleikin, og luttaka tónleikarar úr Aldubáruni á fløguni. Torbjørn Olsen hevur prýtt húsan og tekstheftið við tekningum.
Aldubáran og Hanus hava arbeitt saman fyrr. Samarbeiðið byrjaði í 1998 og vóru framførslur í Føroyum, Danmark og Noregi. Nakrar av hesum vórðu festar á band og varð live-fløgan “Bouquet” givin út í 2000.
Fløgan verður útgivin á egnum forlagi og kemur út í Noregi og Føroyum samstundis.
Hanus leggur fram fløguna í heimbygdini hjá Jakob Sande, á føðidegi hansara 1. desember.
Eisini fer Hanus at framføra kring Noregi. Hann verður at hoyra 1. desember í Fjalerhallen í Dale, 2. desember í Førdehuset í Førde og í Ullern Skole í Oslo 9. desember, verður sagt víðari í tíðindaskrivinum.










