Hanus G. Johansen, sum 18.nov. gav út sína 3 Pól F. Fløgu, framførir løg av nýggju fløguni á konsert í Spaniastovu leygarkvøldið klokkan 19.
Eins og undanfarnu fløgurnar er Á fold eru túsun gudar merkt bæði av mjúkum og hvøssum tónum og vendingum. Eitt eyðkent samspæl millum lagsmiðin úr Klaksvík og skaldið úr Sumba.
Við sær á konsertini hevur Hanus nakrar av dugnaligastu tónleikarum í Føroyum :
Mikael Blak, bass, Benjamin Petersen, gitar, Magnus Johannesen, orgul og klaver, Per I Højgaard Petersen, trummur.
Atgongumerki fáast í Leikalund.