Hanus heldur fram í B36

Hanus Thorleifsson fer eisini at spæla í svart/hvíta búnanum hjá B36 næsta kappingarár. Hanus hevur í ár verið ein sera týðandi partur av liðnum hjá B36, og hevur hann eisini vunnið sær pláss í landsliðshópinum. Sum skilst, so vóru fleiri feløg áhugað í at fáa arbeiðssama miðvallaran í hópin, men at enda valdi skála-maðurin at leingja sáttmálan, sum hann hevur havt við B36.