Atlantic Navigator
- Eg havi onki at siga.
Hanus Hansen, reiðari á Atlantic Navigator, er stuttorðaður, tá ið vit biðja hann um eina viðmerking til støðuna hjá landsins størsta fiskiskipi.
Reiðarin hevur annars verið burturstaddur í vikuni og hevði játtað at greiða frá støðuna í dag, men nú hevur hann broytt meining og ger greitt, at hann hevur ongar viðmerkingar yvirhøvur.
Atlantic Navigator hevur annars ligið við bryggju í tríggjar vikur. Og tað er greitt, at orsøkin til at hann liggur, er, at ongin svartkjaftur er at fáa og seinasta túrin teir gjørdu, drógu teir at kalla svart.
Men í Sosialinum í gjár fýltist fleiri av manningini á, at tey fingu als onki at vita yvirhøvur um støðuna og tað hildu tey vera ørkymlandi.
Tey vístu á, at talan er um eitt stórt arbeiðspláss við heili 110 fólkum og tí hildu tey, at tað var átaluvert, at tey als onga kunning fingu frá reiðaranum um støðuna og um, hvørji útlitini eru.
Samstundis sleppa tey ikki í ALS, tí tey eru ikki uppsøgd og summi av teimum, sum hava hús og heim at svara fyri, eru við at koma í fíggjarliga neyð av støðuni.
Samstundis kundu vit í Sosialinum í gjár eisini greiða frá, at ósemja er eisini um lønina hjá manningini. Bæði Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið vístu á, at tey vildu hava samráðingar um lønina hjá manningini. Men tey vístu samstundis á, at tað gekk strilti við samráðingunum og tískil var onki hent á økinum.
Fiskimannafelagið hevði hinvegin eina avtalu undir landi, men drálaði við at skriva undir, tí hendan avtalan skuldi samansjóðast við avtalurnar hjá yvirmonnunum.