Tað er ikki ein og hvør, sum megnar einsamallur at fylla Stórapallin á Summarfestivalinum í bestu tíð. Men tað megnaði Hanus til í fjør, nú kann konsertin endurupplivast. Á heimasíðuni hjá Summarfestivalinum, hevur festivalurin lagt eitt videobrot, við fólkakæra sangaranum, tá ið hann við gittara hevði eina frálíka framførslu framman fyri 9.000 fólkum á festivalinum.
Hanus er tann listarmaðurin, sum í størri mun enn nakar annar er vorðin ímyndin av Summarfestivalinum. Í fjør fluttu ring floglíkindir Hanus upp á stóra pallin, tá Shu Bi Dua meldaðu avboð, og onnur vóru seinkaði. Men áðrenn hetta var meiningin, at Hanus skuldi á ein minni pall. Konsertin gjørdist heilt serlig, og nú kann partur av henni endurupplivast.