Hanus G. Johansen á Jóansøkufestivalin

Ein hin kendasti føroyski sangarin og tónasmiðurin, Hanus G. Johansen kemur at spæla á Jóansøkufestivalinum.

Hanus hevur seinastu 15-20 árini havt óteljandi framúrskarandi og bergtakandi framførslur, sum hava drigið til sín ein stóran skara av áskoðarum. Við sínum tulkingum av yrkingum hjá Poul F. hevur Hanus sungið seg inn í hjørtuni á ungum og gomlum, bæði í Føroyum og uttanlands.  Og við perlum sum Blóma mín, 18, Saknur, Á kundi á Tíðarhavi og óteljandi øðrum hevur hann laga varðar eftir seg, sum mong leggja leiðina framvið.
Á Jóansøkufestivalinum verður so aftur høvi at hoyra og uppliva hendan frálíka føroyska trubadurin.