Móttøka var í dag seinnapartin fyri Hanusi Joensen, sum nú leggur frá sær sum skúlastjóri í Skúlanum á Fløtum og fer í starv hjá Mentamálaráðnum. Nógv fólk var komið saman og fleiri røður vórðu hildnar.
- Tú kanst seta nógv spjøldur á Hanus - lærari, hondbóltsspælari, telvari, kórleiðari, urguspælari, íverksetari, ársins leiðari, ja, og sjálvandi skúlastjóri - men í mínum hugaheimi kemur hann altið at standa sum ein kreativur og fyrimyndarligur leiðari, segði Annika Olsen, borgarstjóri í talu síni.
- - Uttan at fara í smálutir um alt annað, so havi eg hug at nevna verkætlanina "Litir í leiki" sum eitt dømi. Henda næmingaundirvísing í tónleiki við innlæring av vanligum fólkaskúlagreinum er onki minni enn ein varði í námsfrøðiligum menningararbeiði, segði hon.
- Tað eru skjótt 45 ár síðan, at Hanus tók læraraprógv og byrjaði sítt virki á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Síðan kom hann spakuliga suður hendavegin, var fyrstilærari í Kollafirði til hann fyri 20 árum síðan tók við sum skúlastjóri í Tórshavnar kommunuskúla. Seinnu árini hevur Hanus enn einaferð víst síni kreativu evni við at taka á seg uppgávuna at sameina Venjingarskúlan og Kommunuskúlan. Hetta er eitt avbera stórt arbeiði, sum umfatar útivið 800 næmingar við einum hópi av fjølbroyttum tilboðum umframt - vit kunnu úr rúgvuni nevna Lopfjølina, fótbóltsskúlan og fjarlestur, segði Annika Olsen.