Hanus A. Samuelsen 70 ár

Í gjár, sunnudagin 10. september, fylti Hanus Anthoniussen Samuelsen í Hoyvík 70 ár. Hanus var í mong ár lærari í Hoydølum.

                      Hanus er ættaður úr Húsavík. Foreldrini vóru Súsanna í Skumpitoft og Óli á Mýrini í Húsavík. Hann fór tíðliga til Havnar at ganga í skúla á studenatskúlanum, sum helt til á VBV. Í 50 ára minningarritinum hjá Føroya Studentaskúla hevur Hanus skrivað um fyritøkuna, sum tað var at flyta heiman, tá ið hann eftir nýggjár í 1952 flutti til Havnar. Í 1954 leyk Hanus preliminerprógv og í 1956 matematiskt studentsprógv.
                      Í hálvt annað ár var Hanus vikarur í heimbygdini, áðrenn hann fór at læra til lærara. Hanus leyk læraraprógv á Føroya Læraraskúla í 1960. Lærarasetningin røkti Hanus øll árini á Føroya Studentaskúla. Tey fyrstu árini var tað á VBV, og síðani flutti Hanus við studentaskúlanum í nýggju hølini í Hoydølum. Har undirvísti Hanus serliga í føroyskum, inntil hann í legði frá sær. Í 1964-65 var hann á ársskeiði á Fróðskaparsetri Føroya, og í 1972 tók hann filisofikum á Fróðskaparsetrinum. Harafturat hevur Hanus verið á fleiri styttri skeiðum.
                      Umframt lærarayrkið hevur Hanus verið virkin á so mongum øðrum økjum. Saman við Peturi Martin Rasmussen skrivaði hann í 1965 Føroya Søgu.
Í 1984 skrivaði hann saman við konuni Duld eru døpur mein, og í 1986 góvu tey bæði Ferðaminni úr Norra út. Hjúnini vitjaðu í sjeyti árunum fleiri ferðir í Norra at uppliva landslag, náttúru og mentan. Tey fyrireikaðu seg til ferðirnar, men sannaðu at ikki var altíð samsvar milum tað, vit hildu okkum vita, og tað, vit fingu at síggja. Ikki minst náttúruvakurleikan mást tú uppliva sjálvur, skalt tú skilja tað stórsligna, tóku tey bæði til.
                      Hesar báðar seinnu bøkurnar vórðu givnar út á forlagnum Durhellan, sum Hanus og konan sjálvi hava.
                      Hanus hevur skrivað greinir og ummæli í bløðum og tíðarritum, og hann hevur eisini lagt til rættis útvarpssendingar. Eitt nú hevur hann havt sendingar um Húsfrúnna í Húsavík, um ferðir í Noregi og nógvar sendingar í røðini Sálmar og sangir.
                      Eitt skifti var Hanus deknur í Húsavíkar kirkju, og fyrst í sjeyti árunum var hann í trý ár deknur í Havnar kirkju. Ofta hevur røddin á Hanusi verið at hoyrt, tá ið hann hevur lisið morgunlestrar í útvarpinum.
                      1980-86 var Hanus limur í nevndini fyri Dansk-Færøsk Kulturfond, og í 1974 varð hann valdur í bygdarráðið fyri Tórshavnar uttanbýggja kommunu.
                      Hanus A. Samuelsen giftist 1. juli í 1961 við Helenu fødd Jensen og ættað av Hellunum. Tey bæði gingu í flokki saman á Læraraskúlanum. Helena skrivaði í 1999 bókina Hellurnar  ein niðursetubygd. Í fororðunum takkar hon manni sínum fyri kelduávísing undir arbeiðinum, keldugransking og rættlestur. Tað eru mong onnur, sum hava notið gott av ráðgeving hjá Hanusi í føroyska málinum.
                      Helena og Hanus hava stuðlað hvørjum øðrum í so mongum. Eitt nú í Javna  landsfelagnum fyri evnaveikum at bata, har Helena var fyrsti formaður.
                      Helena og Hanus A. Samuelsen eiga tvey børn. Óli Samró býr í Hollandi, og Jana býr á Eirargarði. Hanus eigur trý abbabørn  tveir dreingir og eina gentu.
Føðingardagin var familjan  í Hollandi, har familjan var savnað í sambandi við 70 ára føðingardagin hjá Hanusi.     J