Hansi Flick hevur tikið út týska HM-hópin

Her eru teir kosnu hjá Týsklandi

Týski landsliðsvenjarin, Hansi Flick hevur tikið út HM-hópin hjá Týsklandi.

 

Týskland er í innleiðandi bólkaspælinum í bólki við Japan, Spania og Kosta Rika. Tað er eitt ófrávíkiligt krav frá týska fótbóltsalmenninginum, at Týskland vinnur seg langt fram í kappingini aftaná eyðmýkingina í 2018, tá táverandi meistararnir ruku út aftaná bólkaspælið.

 

23. november spælir Týskland móti Japan. 27. november er Spania mótstøðuliðið, og 1. desember spælir Týskland móti Kosta Rika.

 

HER er HM-hópurin hjá Týsklandi: 

 

 

 

Málverjar:

– Manuel Neuer (Bayern München)

– Marc-André ter Stegen (FC Barcelona)

– Kevin Trapp (Frankfurt)


Verjuleikarar:

– Armel Bella-Kotschap (Southampton)

– Matthias Ginter (Freiburg)

– Christian Günter (Freiburg)

– Thilo Kehrer (West Ham)

– Lukas Klostermann (RB Leipzig)

– David Raum (RB Leipzig)

– Antonio Rüdiger (Real Madrid)

– Nico Schlotterbeck (Dortmund)

– Niklas Süle (Dortmund)

 

Miðvallarar:

– Ilkay Gündogan (Manchester City)

– Joshua Kimmich (Bayern München)

– Leon Goretzka (Bayern München)

– Julian Brandt (Dortmund)

– Mario Götze (Frankfurt)

– Kai Havertz (Chelsea)

– Jonas Hofmann (Mönchengladbach)

– Jamal Musiala (Bayern München)


Áleyparar:

– Karim Adeyemi (Dortmund)

– Niclas Füllkrug (Werder Bremen)

– Serge Gnabry (Bayern München)

– Youssoufa Moukoko (Dortmund)

– Thomas Müller (Bayern München)

– Leroy Sané (Bayern München)