Pat Tilman var evnaríkur fótbóltsspælari, men gjørdi av at fara upp í herin, og í fjør bleiv hann sendur til Afghanistan. Stutt eftir fingu foreldrini at vita, at hann var fallin í einum samanbresti við fíggindan, og tá hann bleiv jarðaður, fekk hann eitt heiðurstekin fyri dirvi. .
Tað vísti seg, at hermenninir, sum høvdu verið saman við Pat Tilman, høvdu fingið munnkurv, tí frágreiðingin hjá hervaldinum var ikki tann rætta. Aftan á jarðarferðina kom fram, at Pat Tilman var ikki deyður í bardaga við fíggindan, men at tað vóru amerikanskir hermenn, sum skutu hann.
-Tað er andstyggiligt, at teir duldu sannleikan fyri okkum. Teir falsaðu sannleikan fyri at halda stríðshuginum í USA uppi, sigur mamman, Mary Tillman, við Washington Post.
-Vit kunnu ikki annað enn biðja um umbering fyri mistakið, sigur generalurin Vincent T. Brooks við blaðið.










