Hans Thomsen 90 ár

Í dag verður Hans Thomsen, vanliga nevndur Hansmann 90 ár.

Hann er føddur í Porkeri og vaks upp í Skemmuni sum nr. 5 av einum barnaflokki ið taldi 11.

Hann er sonur Johan í Gloppinum úr Fámjun og Onnu Djurhuus úr Skemmuni.

At hava góðar hendur var ættarbregi, og eins og pápin dugdi hann væl at smíða.

16 ára gamal fór hann til Klaksvíkar og arbeiddi hjá Nordal.

Seinni fór hann til Danmarkar á handverkaraháskúla.
Afturkomin arbeiddi hann í Porkeri, til hann í apríl í 1945 byrjaði hjá Líggjasi Húsgarð sum landmátari.

Seinni fekk hann starv á Matrikulstovuni, og flutti øll familjan til Havnar í 1958. Hetta starv røkti hann, til hann var 72 ára gamal.

Í 1940 giftist hann Onnu Sofíu Tausen, ættað úr Hovi. Tey fingu 6 børn: Eivind, Anniku, Jórun, Niels, Ásgerð og Heðin.

Anna Sofía andaðist 1978 og Eivind í 2001.

Hans er enn birgur og møtir hvønn morgun í undirhúsinum.

Hann eigur 9 abbabørn og 22 langabbabørn.