Sev-ósemja
Tað er ongin ivi um, at tað er Hans Tausen Olsen, formaður í umboðsnevndini, sum er upphavsmaðurin til stríðið, sum nú er í SEV.
Tað staðfestir Leivur Hansen, sum framvegis metir seg vera formann í stýrinum fyri SEV.
Hann gevur tískil ikki nógv fyri uppáhaldið hjá Hans Tausen Olsen um, at hann er ikki partur í málinum, nú ætlanin er at siga Klæmint Weihe upp sum stjóra í SEV.
- Tað er heilt týðiligt, at Hans Tausen Olsen er rættiliga stórur partur í málinum. Hann hevur eisini boðað frá, at hann tekur undir við meirilutanum í stýrinum um at siga SEV- stjóran upp.
Leivur Hansen heldur enntá, at tað er heilt týðiligt, at tað er Hans Tausen Olsen, sum er upphavsmaður til ósemjuna í SEV.
Leivur Hansen metir, at stríðið í SEV botnar í persónligum aggi ímillum partar í stýrinum og umboðsnevndarformannin øðrumegin, ímóti stjóranum.
Hann sigur, at hann varð valdur í stýrið í februar í fjør og tá byrjar hansara samstarv við stjóran í SEV.
- Tað samstarv, eg havi havt við Klæmint Weihe síðani tá, hevur verið gott og gevur als onga orsøk til at siga hann upp.
- Men tað verða ymisk gomul mál tengd upp í, sum nú verða brúkt ímóti stjóranum.
Hann sigur sostatt, at hóast ósemjan ikki brýtur út,fyrrenn nú, er hon alt annað enn nýggj.
Leivur Hansen vísir kortini á, at Hans Tausen Olsen hevur verið formaður í umboðsnevndini síðani 1993 og tískil hevur hann havt allar møguleikar at fáa stjóran frá.
Men tað er onki hent, fyrrenn nú og nú skuldi alt avgreiðast upp á eina onga tíð.
Hann vil kortini ikki útgreina hetta nærri.
- Tað fara vit at bíða við, til umboðsnevndarfundur verður, tí tá fara vit at greiða umboðsnevndarlimum frá støðuni.
Hans Tausen Olsen hevur ongar viðmerkingar til hesar skuldsetingar.