Talan er um teir báðar Hans Petur í Brekkunum og Ólav Olsen, sum báðir koma heim úr Dnamark við blásiljóðførum í skjáttuni.
Hans Petur spælir saxofon og Ólavur trompet.
Teir fara at spæla á Café Natúr næstu tíðina. Hesa vikuna frá hóskvøldinum til sunnukvøldið, og í næstu viku frá mikukvøldinum til leygarkvøldið.
Teir fara at spæla ymiskan tónleik, og millum annað hava teir eisini vant sangir úr Grønu Bók, um fólk skuldu havt hug at sungið við.










