Tað hevur nú eydnast brøðrunum, Sammy og Stig Isaksen, sum løgdu lunnar undir fyritøkuna EasyFisk í Danmark, at finna rætta íleggjaran, sum bæði vil skjóta pening í felagið og vil luttaka aktivt í dagliga arbeiðnum. Íleggjarin er Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará Í februar setti fyritøkan EasyFisk sær fyri at styrkja um felagið fíggjarliga, so betri møguleikar verða fyri vøkstri í virkseminum. EasyFisk selir føroyskar fiskavørur í Danmark eftir bílegging um heimasíðu og telefon, sum sæst á www.easyfisk.dk
- Tað vóru fleiri, sum settu seg í samband við okkum og vístu áhuga fyri felagnum og virksemi okkara. Vit løgdu tó dent á, at vit helst vildu hava ein íleggjara, sum sjálvur kann luttaka aktivt í rakstrinum.
Brøðurnir Sammy og Stig siga, at tað hevur eydnast teimum at finna rætta íleggjaran, sum bæði vil skjóta pening í felagið og vil luttaka í dagliga arbeiðnum.
- Úrslitið av samráðingunum millum okkum og nýggja íleggjaran, sum er Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará, er, at EasyFisk nú er lagt um til partafelag við trimum eigarum, sum eru Hans Petur Ellingsgaard, Stig Isaksen og Sammy Isaksen.
Hesir tríggir manna eisini nýggju nevndina í felagnum.
- Fyrsta árið hjá EasyFisk hevur verið eitt royndarár og vit báðir, sum byrjaðu fyritøkuna, hava havt okkara høvuðsarbeiði í aðrari vinnu. Tí hevur okkara leiklutur í felagnum higartil verið avmarkaður.
Nú kemur so eisini tann broyting í hjá EasyFisk, at tvey starvsfólk fara at arbeiða fulla tíð hjá felagnum.
- Verða málini rokkin, sum vit hava sett okkum fyri í 2007, er ikki óhugsandi, at enn fleiri fólk koma at arbeiða hjá EasyFisk í framtíðini, sigur felagið.
Eitt av málunum fyri 2007 er eitt nú at sláa EasyFisk fast sum ein ?brand? í Danmark.
- Størsti parturin av peninginum, sum felagið nú hevur fingið, verður tí nýttur til marknaðarføring og størri vøruútboð fyri at náa enn fleiri viðskiftafólkum kring um í Danmark.
Teir, sum upprunaliga stóðu aftanfyri EasyFisk og framvegis eru við í felagnum, eru sera fegnir um, at júst Hans Petur Ellingsgaard nú er vorðin ein týðandi partur av EasyFisk.
- Við hansara hollu royndum innan handilsvinnu og tænastu gongur EasyFisk nú eini spennandi tíð á møti, siga brøðurnir, Stig og Sammy Isaksen, sum mæla fólki til at vitja teirra heimasíðu og síggja útboðið av vørum og tænastuna, sum felagið veitir í Danmark.