Hans Petur Højgaard á toppinum

Heili 12 skjúttar luttóku í recurvekappingini. Hetta kom fyrst og fremst av, at nakrir ungdómsskjúttar hava tikið stigið at skjóta saman við teimum vaksnu.

 

Skjótingini innleiðandi var ikki so góð, men í finalunum gjørdist tað frægari.

 

Stóra yvirraskilsi var 14 ára gamli Odd Andreasen, sum vann barnakappingina i gjár. Hann er bróður Magnus Andreasen, ið er ein av teimum, ið skal luttaka til HM um stutta tíð.

 

Millum annað megnaði Odd at vinna ímóti Absalon Hansen, sum annars skuldi verið ein av heilt frægu skjúttunum.

 

Hetta var tó ikki nakað løtuverk. Eftir 12 pílar var javnt. 101- 101.

 

Síðani var umskjóting á skránni. Fyrsta píl skutu báðir ein ottara. Við næsta píli var sama støða, men við triðja pílinum skeyt Odd Andreasen 9, meðan Absalon Hansen bert fekk 8.

 

 

Í hálvfinaluni skuldi Odd Andreasen skjóta ímóti Anniku Vang. Hetta bleiv ein ov stórur biti, og Annika Vang vann við 18 stigum.

 

Í hinari hálvfinaluni skutu Eirikur í Jákupsstovu og Hans Petur Højgaard. Her vann Hans Petur við 14 stigum.

 

Bronsudysturin var millum Eirik í Jákupsstovu og Odd Andreasen. Henda dyst vann Eirikur við 102 stigum ímóti teimum 99 hjá Odd.

 

Í finaluni skutu Annika Vang og Hans Petur Højgaard. Henda dyst vann Hans Petur við einum stigið. 109 ? 108 endaði tað, og hetta er talan um góða skjóting.