Føroyska fyritøkan EasyFisk, sum selir føroyskan fyrsta floks fisk til føroyingar og onnur í Danmark, hevur fingið Hans Petur Ellingsgaard í Saltangará at seta pening í felagið.
Tað vóru brøðurnir, Stig og Sammi Isaksen, sum stovnaðu EasyFisk, og nú Hans Petur Ellingsgaard er vorðin partur av fyritøkuni, er felagið skipað sum partafelag, og teir tríggir manna nú eisini nevndina í felagnum.
Fyrsta árið hjá EasyFisk hevur verið eitt royndarár, og nú felagið hevur fingið nýggjan íleggjara, fer felagið eisini at veksa um vøruútboðið, samstundis sum tvey fólk burtur av fara at starvast hjá felagnum.
EasyFisk fer eisini at gera meira við at marknaðarføra felagið og fiskavørurnar fyri soleiðis at røkka enn fleiri viðskiftafólkum í Danmark.
Stig og Sammi Isaksen eru sera fegnir um nýggja íleggjaran og parteigaran í felagnum.
- Við hansara hollu royndum innan handilsvinnu og tænastu gongur EasyFisk nú eini spennandi tíð á møti, siga brøðurnir.
Vit kunnu leggja aftrat, at pápi Hans Petur, Havstein Ellingsgaard, í fleiri ár var stjóri á Lynfrost í Saltangará.
Myndatekstur: (Hans P. Ellingsgaard… )
Nýggi íleggjarin í EasyFisk, Hans Petur Ellingsgaard, sum nú verður aktivur partur av felagnum. Pápi hansara, Havstein Ellingsgaard, var í fleiri ár stjóri á táverandi Lynfrost í Saltangará Mynd: Vilmund Jacobsen