- Eg uppfati hetta sum eina roynd hjá Hans Paula Strøm at upphevja seg sjálvan.
Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, heldur lítið um útsagnirnar hjá Hans Paula Strøm, talsmanni hjá Javnaðarflokkinum um tey uppskot, sum eru løgd fram um sparingar á almannaøkinum.
- At brúka so harðligt orðaval er í øllum førum ikki serliga fremjandi fyri samstarvið í samgonguni, sigur hon.
Hon sigur, at var Hans Pauli Strøm ónøgdur, hevur hann havt ríkiligt av umstøðum at gera vart við seg í samgonguni, sum vildi verið tað rætta staði.
Hon leggur afturat at í næstu viku er fundur eisini avtalaður í trivnaðarnevndini hjá Løgtinginum, at tosa um júst hesi viðurskiftini.
- Har er Hans Pauli Strøm limur og har kundi hann so havt gjørt vart við síni sjónarmið.
- Men ístaðin langar hann til í fjølmiðlunum og tað kann eg bara taka sum eina roynd at upphevja seg sjálvan ella at tváa sínar hendur.
Skal spara 30 milliónir
Rósa Samuelsen sigur, at veruleikin er, at samgongan, við atkvøðuni hjá Hans Paula Strøm, hevur álagt henni at spara útvið 30 milliónir næsta ár.
- Tær fyrstu 12 milliónirnar skulu sparast, við at avtaka automatisku hækkingina á almannaveitingum og hinar útvið 18 milliónirnar skulu sparast aðrar vegir.
- Hetta er ein sannroynd, sum ikki slepst undan og hetta er nakað, Hans Pauli Strøm sjálvur hevur atkvøtt fyri.
Rósa Samuelsen sigur, at hon hevur fingið greið boð um, at karmurin til lønarhækkingar og hækkingar í almannaveitingum, skal vera tann sami næsta ár, sum hann er nú.
- Tað merkir, at hækka almennu lønirnar í samráðingunum í heyst, skulu tilsvarandi sparingar gerast, tí karmurin hækkar ikki.
- Hetta merkir eisini, at eg havi heldur ikki pengar til at betala eina automatiska hækking í almannaveitingunum
- Tað er ikki nakað nýtt, tí tað varð longu samtykt í Løgtinginum í vár og var Hans Pauli Strøm ónøgdur, kundi hann havt gjørt vart við seg tá.
Rósa Samuelsen sigur, at tí má lógin um automatisku hækkingina í almannaveitingum broytast.
- Annars endi eg í somu støðu sum Jacob Vestergaard, sum skuldi betala fiskimonnum minstuløn eftir lógini, men sum ikki hevði pengar til tað.
Rósa Samuelsen sigur, at hetta er eisini nakað, Hans Pauli Strøm atkvøddi fyri.
Hon sigur, at tað er høpisleyst av Hans Paula Strøm at tengja hetta upp í ætlaða pensjónsreformin, tí hesi bæði málini hava als onki við hvørt annað at gera.
Ongin koyrast út
Rósa Samuelsen sigur, at umframt at avtaka automatisku hækkingina, stendur hon eftir við eini sparing upp á slakar 18 milliónir, sum samgongan við atkvøðuni hjá Hans Paula Strøm, hava álagt henni.
- Fíggjarkarmurin hjá almannamálaráðnum er minkaður slakar 18 milliónir og tað noyðist eg at fyrihalda meg til.
- Tí skulu sparingar gerast, men eg royni av øllum alvi at finna sparingar, har tær raka sum minst.
- Eg royni at finna sparingar, har vit sleppa undan at taka veitingar frá fólki, so at tey ikki verða verri stilla, enn tey eru nú.
Í hesum sambandi er eitt uppskot at flyta fólk av tvímanskømurum á ellis- og røktarheimum og av óhóskandi sambýlum, yvir í tey nýggju ellis- og røktarheimini.
- Tað er óvirðiligt og ósømiligt, at tvey eldri, sum ikki eru hjún, skulu tvingast at búgva saman, sigur Rósa Samuelsen.
Hon sigur, at tað eru eisini summi sambýli, sum eru illa hóskandi, bæði hjá búfólki og starvsfólki.
- Her hugsi eg ikki minst um rýmingarvegir, brunatrygd og onnur viðurskifti, sum ikki eru nóg góð, sigur Rósa Samuelsen.
- Tí er eitt uppskot at flyta hesi fólkini, men tað er sjálvandi ongin, sum verður koyrdur á dyr, sigur Rósa Samuelsen.
Løgið
Hans Pauli Strøm hartar teg eisini fyri, at onki kemur burturúr ætlanini at inntøkuregulera ymsar almannaveitingar, so at tey, sum hava góð ráð, betala fyri seg, fyri at tey, sum veruliga hava ein tørv, kunnu fáa hjálp?
- So er tað løgið, at hann akkurát hevur atkvøtt fyri einum uppskoti um hjálparráð, har endamálið er, at fólk skulu fáa kompensatiónsveiting. Tað merkir, at fólk skulu fáa hjálp eftir breki og ikki eftir inntøku. Hetta hevur samband við ST sáttmálan, sum vit skulu fyrihalda okkum til, sigur Rósa Samuelsen.
Les eisini greinina: Spæriætlan hjá Rósu Samuelsen er hjartaleys og greinina: Niðurbrótandi at frysta pensjónina