Hans Pauli Strøm dýrandi fullur í Vestmanna

Hans Pauli Strøm var so dýrandi fullur til Lennon konsertina í Vestmanna, at hann beinleiðis órógvaði konsertina og sangararnar. Tað sigur ein kelda fyri portalinum í dag. -Hann var so dýrandi fullur, og órógvaði bæði áhoyrarar og sangara, sigur ein kelda við portalin.

Umframt at vísa ósømiligan atburð móti sangarunum, við at rópa eftir teimum undir framførslu, so sýndi tingmaðurin eisini ósømiligan atburð móti fleiri áhoyrarum.

-Hann var óbehagiligur móti fleiri fólkum, sum vóru har, sigur ein kelda við portalin.

Hans Pauli Strøm sigur, at hann onga viðmerking hevur til málið.

Tó avnoktar hann ikki, at hann var ov fullur.

-Tað var ikki júst soleiðis kvøldið fór fram, sigur Hans Pauli Strøm.