Føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen hevur gjørt myndina av fregattini Jylland, sum er á nýggju donsku 20-krónuni, ið kemur í næstum Tann nýggja 20-krónan verður útgivin tann 10. september, og hetta er fjórða myntin, sum Hans Pauli Olsen hevur teknað.
Fregaatin Jylland var partur av danska herflotanum í mong ár, og hon var við í tí tiltikna sjóbardaganum við Helgoland í 1864. Seinni gjørdist hon kongaskip.
Í dag liggur Jylland í Ebeltoft, og nógv ferðafólk vitja umborð á hvørjum ári.