Hans Pauli Olsen ger standmynd til Klaksvík

Stór standmynd eftir listamannin Hans Paula Olsen verður reist við Gamla Kirkjugarð í Klaksvík í sambandi við 100 ára haldið hjá kommununi



Fyrr í vikuni frættist, at ein standmynd, ið verður gjørd í sambandi við 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu fór at kosta tað dupulta av teimum 500.000 kr, sum vóru settar av til endamálið.

Á býráðsfundi í Klaksvík týskvøldið samtykti eitt einmælt býráð kortini at seta neyðuga peningin, eina millión krónur, av til verkætlanina. 



Ikki óvæntað

- Vit hava allatíðina vitað, at verkætlanin fór at kosta meir, enn tær 500.000, sum upprunaliga vórðu settar av, so tað er ikki nakað, ið er komið óvart á. Stemningurin á býráðsfundinum var, at tað kortini má fáast at bera til at gera hesa verkætlanina til veruleika, sigur mentanarleiðarin í Klaksvíkar Kommunu, Dávur Winther, sum hevur sitið í hugskotsbólkinum saman við listamonnunum Edward Fuglø, Archibald Black, Hans Paula Olsen og býargartnaranum, Hans Hjalta Skaale.

Dávur Winther leggur afturat, at í løtuni verður roynt at finna vantandi peningin á onkrari aðrari konto. Eisini verður arbeitt við at fáa onnur at lata nakað av peningaligum stuðli. 



Inngongd til Klaksvík

Tað er listamaðurin, Hans Pauli Olsen, ið skal gera standmyndina, ið kemur at standa við Gamla Kirkjugarð í Klaksvík.

Fleiri hugskot til standmyndina hava verið frammi, men hugskotsbólkurin metir tað, ið liggur á borðinum nú, vera tað mest áhugaverda.

- Standmyndin ímyndar tvær oyggjar, ið daga upp úr havinum og standa og tosa saman. Myndin er non-figurativ og kann tulkast á ymsar mátar. Kanska eru hetta tvær norðoyggjar, sum standa og tosa ella norðoyggjar, sum standa og tosa við meginlandið, sigur Dávur Wither, sum kortini ikki kann avdúka nakra mynd av standmyndini enn.

Hann kann tó siga so mikið sum, at standmyndin verður rættiliga stór, og at til ber at ganga ígjøgnum ella inn undir hana. Á tann hátt kann hon eisini ímynda bæði eina inngongd til Klaksvík og at býurin letur dyrnar upp út í altjóða heimin.

Standmyndin hjá Hans Paula Olsen verður avdúkað í august mánað, tá stóra 100 ára hátíðarhaldið hjá Klaksvíkar Kommunu fer av bakkastokki.