Hans Pauli kundi noktað at kjakast við Høgna

? Tá talan er um nevndarfund, skal øll nevndin verða hjástødd, tá landsstýrismaðurin verður innkallaður. Hans Pauli Strøm kundi bert noktað fyri at fara út í kjak við Høgna Hoydal, sigur formaðurin í rættarnevndini

Formaðurin heldur, at tað bert er náttúrligt at kalla landsstýrismannin í lógarmálum til fundar í rættarnevndini, tá eitt uppskot, sum hann hevur lagt í tingið, verður viðgjørt

Tað heldur hann eisini í hesum føri, nú Hans Pauli Strøm í blaðnum í gjár, leggur harðliga út við at siga, at samgongulimir í rættarnevndini vóru settir undir umsiting av landsstýrismanninum, og ikki tordu at siga honum ímóti.

Tað heldur Sámal Petur í Grund vera í so nógv avgjørt.

? Tað er greitt at vit umboða samgonguna, og at vit taka undir við uppskotinum, men vit royndu eisini at koma nærri andstøðun. Tað miseydnaðist, av tí at ov lagt er millum partarnar, sigur nevndarformaðurin.


Eingin forðing at tosa

Spurdur um hann sum formaður í nevndini, hevur verið ov linur, sigur Sámal Petur í Grund, at hann ikki kendi tað sum sína uppgávu at forða limunum at tosa við landsstýrismannin.

? Vil Hans Pauli Strøm út í eitt kjak við Høgna Hoydal, forða vit honum ikki í tí, sigur Sámal Petur í Grund.

? Letur samgongan seg diktera av Høgna Hoydal?

? Nei, tað gera vit ikki. Í hesum føri tænti tað einum endamáli at fáa lýst øll sjónarmið, og royna at mýkja tey so mikið, at vit fingu stórt meirlutaálit. ? Ongin annar hevur verið innkallaður á fund við rættarnevndina í hesum máli.

Hans Pauli Strøm helt tað vera óneyðugt at innkalla landsstýrismannin, men tað hildu vit ikki, tí vit høvdu eisini spurningar at seta Høgna Hoydal, sigur Sámal Petur í Grund.