Danski Nationabankin ætlar sær at vera við í hátíðarhaldinum av 200 ára føðingardegnum hjá H. C. Andersen. Danir gera nógv burtur úr hesum runda degnum hjá teirra kendasta skaldið, og síðsta dagin í mars kemur fyrsti mynturin í eini serligar føðingardagsrøð hjá Nationalbankanum.
Danski tjóðbankin hevur gjørt eina nýggja 10-krónu, sum eisini fæst í silvuri og gulli. Annað motivið á hesari 10-krónu hevur føroyski listamaðurin Hans Pauli Olsen gjørt.
Hann hevur gjørt eitt motiv av einum fullvaksnum svana, sum speglar sær í vatninum við Bregentved Gods, har H. C. Andersen fekk íblásturin til sína heimskendu søgu, »Den Grimme Ælling«.
Framman á krónuni er eitt portrett av Margrethu Drotning, sum Mogens Møller hevur gjørt.
Stór uppgáva
Uppgávan at tekna motivið til H. C. Andersen-krónuna kom, eftir at Hans Pauli Olsen hevði verið við at gjørt røðina við tornum.
? Eg varð biðin um at gera eitt motiv úr frá søguni um Den grimme ælling. Tað var eingin løtt uppgáva, og eg hugsaði meg leingi um og royndi ymiskt, áðrenn eg kom á rætta motivið, sigur Hans Pauli Olsen.
? Eg haldi, at spegilsmyndin er rættiliga sentral í søguni, og tí havi eg brúkt hana aftur í mínum verki. Søgan er jú um, tann vakra svanan, sum heldur seg vera ein ljótan dunnuunga.
Tað er sera trupult at gera eitt motiv til eina 10-krónu, tí motivið er so lítið.
? Tí brúkti eg lupp fyri at síggja, hvat tað var eg gjørdi. Mítt verk er tíggju ferðir størri enn sjálv 10-krónan, men tað er framvegis eitt lítið motiv at arbeiða við.
Ein serlig maskina syrgir fyri, at verkið hjá Hans Paula verður minkað niður til at passa á eina 10-krónu.
? Eg eri ovfarin av, hvussu nógvar smáar detaljur koma við, hóast motivið verður so nógv minkað. Maskinan er heilt fantastisk, og í grundini veitst tú als ikki, um tað, sum tú hevur gjørt, kann brúkast, fyrr enn tað er minkað niður til røttu støddina, sigur Hans Pauli.
Samlarar fáa sítt
Umframt eina vanliga 10-krónu hevur Nationalbankin eisini gjørt eitt sindur eyka burtur úr til samlarar.
10-krónan kemur í einari gullútgávu og einari silvurútgávu. Hesir myntir verða avmarkaðir til ávíkavist 7.000 og 75.000 eintøk, og teir verða seldir fyri 2.000 og 200 krónur.
Nýggju samlaramyntirnir kunnu bíleggjast í peningastovnunum, og tað ber til at biða um ein slíka longu nú. Vanliga 10-krónan verður gjørt í 1,2 milliónum eintøkum.
Hvussu er tað sum listamaður at hava eitt verk hjá sær á einari 10-krónu?
? Tað er stuttligt at sleppa at royna hetta, og kanska fái eg møguleikan at gera okkurt afturat, sigur Hans Pauli Olsen.