TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við Hans Paula Samuelsen, sum skoraði til 2-0 og til 3-1, tá B36 á útivølli suðuri í Vági vann 3-1 á FC Suðuroy.
Hans Pauli heldur B36 vísti seg frá síni bestu síðu fyrsta hálva tíman, tá teir komu á odda 2-0. Í seinna hálvleiki gjørdist tað heldur fjálturstungið ta løtuna, tá støðan var 2-1.
Hans Pauli heldur, at hesin 3-1 sigurin á FC Suðuroy var munandi strævnari at fáa heim, enn tann fyrri 3-1 sigurin á FC Suðuroy suðuri í Vági fyrr í ár. Hans Pauli fegnast um, at tað gongur so væl við persónligu málskjótingini. Hans Pauli er toppskjútti hjá B36 við seks málum.