Hans Pauli er bjartskygdur

- Hóast avmarkað fíggjarligt rásarúm og trongar karmar vóna og vænta vit, at stór framstig liggja fyri framman á Landssjúkrahúsinum og í føroyska sjúkrahúsverkinum sum heild, sigur nýklakti landsstýrismaðurin í almannamálum í sambandi við føðingardagin hjá Landssjúkrahúsinum mánadagin. Hans Pauli Strøm undirstrikar eisini, at allur peningurin er settur av til nýggja bygningin, sum verður tikin í nýtslu í summar

Mánadagin 23. februar hevur Landssjúkrahúsið 80 ára føðingardag. Upprunaliga ætlanin var, at nýggi bygningurin skuldi vera liðugur og til reiðar at taka í nýtslu til føðingardagshøvið, men orsakað av m.a. valinum er hetta seinkað til í summar.
- Tann ljósa og góða søgan um føðingardagin og nýggja bygningin er sjálvsagt ávirkað av soltnu fíggjarligu støðuni, sum er nógv verri, enn ein helt fyri nøkrum mánaðum síðani, men hóast tað er orsøk til bjartskygni, tí við nýggja bygninginum eru onnur stór framstig á veg, sigur Hans Pauli Strøm. Landsstýrismaðurin í almannamálum undirstrikar, at allur peningurin er settur av til núverandi verkætlan við nýggja bygninginum, so negativa búskaparstøðan fer ikki at ávirka júst hetta arbeiðið.
- Hetta eru íløgur, sum eru gjørdar og sum ikki skulu fáast til vega nú, so bygningurin verður tikin í nýtslu skjótast gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm. Nú sjálvur bygningurin er liðugur, væntar útgerð fyri góðar 40 milliónir, meðan 6-7 milliónir skulu nýtast til rakstur í nýggja bygninginum. Samlaða verkætlanin hevur kostað millum 190 og 200 milliónir krónur.

Aðrar umvælingar
Sambært Hans Paula Strøm setir stóra verkætlanin við nýggja bygninginum gongd á annað arbeiði, sum liggur á láni á Landssjúkrahúsinum.
- Í nógv ár hava umvælingar í gomlu bygningunum verið átroðkandi, og eftir at nýggi bygningurin um nakrar mánaðir verður tikin í brúk, kann hol endiliga setast á umvælingar aðrastaðni, sigur Hans Pauli Strøm, sum samstundis vísir á fleiri onnur positiv árin av nýggja bygninginum.
- Raksturin verður rationellari, bíðilistarnir vera ikki eins drúgvir, færri fólk verða send uttanlanda í viðgerð, og sum heild er talan um eina modernisering, sum lyftir støði á Landssjúkrahúsinum. Landssýrismaðurin leggur afturat, at størri dentur nú eisini kann leggjast á ambulanta viðgerð, meðan færri sjúklingar verða innlagdir.

Útreiðslur í niðurgongutíðum
Skulu stóru ætlanirnar hjá landsstýrismanninum um umvælingar o.a. fremjast, er talan um sera stórar útreiðslur komandi árini. Sambært honum skulu ábøtur og viðlíkahald av Landssjúkrahúsinum fremjast nógv ár fram, og kostnaðurin fyri hetta er hvørt ár nakað omanfyri 30 milliónir. Spurdur, um hetta ikki er órealistiskt og í mótsøgn við áðurnevndu trongu fíggjarligu fortreytir, er bjartskygni at hóma hjá Hans Paula.
- Tað er rætt, at tað verður rættiliga avmarkað við peningi í framtíðini, men hetta eru so ítøkiligu ætlanirnar, og vónandi fáa vit pening settan av til hesar átroðkandi ábøtur komandi árini, sum Landssjúkrahúsið í fleiri ár hevur tørvað, sigur ein avgjørdur Hans Pauli Strøm. Hann leggur afturat, at tað leingi hevur verið ein politiskur málsetningur at fara undir ábøtur og umvælingar, eftir at nýggi bygningurin verður tikin í nýtslu, og fyribils eru ætlanirnar óbroyttar, slær landsstýrismaðurin fast, sum sostatt hevur stórar og kostnaðarmiklar framtíðarætlanir um ábøtur á Landssjúkrahúsinum, sum mánadagin fyllir 80 ár.