Í spælarametingini í vikuskiftissosialinum, sum kemur á gøturnar í dag, er Hans Pauli Samuelsen kosin til dagsins spælari í dystinum millum EB/Streym og NSÍ, sum EB/Streymur vann heili 5-1. Hans Pauli legði upp til trý mál og átti triðseinasta fótin á hinum báðum málunum.
Til ber at síggja samandrátt við at trýsta HER.
EB/Streymur hevur vunnið tríggjar teir seianstu dystirnar samanlangt 14-1. Nú ber til at síggja málini frá seiansta stórsigrinum hjá EB/Streymi. Tað var javnleikur í hálvleikinum, men miðskeiðis í seinna hálvleikur var støðan heili 4-1.
Bestu metingina hjá NSÍ fekk Pól Jóhannus Justinussen, sum varð útskiftur miðskeiðis í seinna hávleiki.
Vikuskiftissosialurin verður í leysasølu í høvðusstaðarøkinum longu í kvøld.