Víkamaðurin hevur ikki verið at sæð í landsliðshøpi í longri tíð, men nú er bóltsnillingurin úr EB/Streymi aftur á landsliðnum.
- Eg bleiv kløkkur, men tað hevur gingið væl í fjør og í ár, so tað var bara stuttligt. Eg visti av ongin, tá mamma ringdi og fortaldi mær tað, greiður Hans Pauli frá.
Hans Pauli hevur verið millum teir bestu spælararnar í føroyskum fóbólti í fleiri ár, men splæistílurin hevur ikki passað til føroyska landsliðið.
- Fyrr hevur tað verið meiri renning, meðan teir nú royna at spæla bólt og tað er har eg skal royna at hjálpa til við. Eg arbeiði eisini meiri í heimligu kappingini nú. Kanska er tað tí eg eri sloppin við aftur, sigur Hans Pauli.
Tað tykist greitt, at Daniel Udsen ikki spælir í kvøld og tí er eitt opið pláss á vonginum. Hjalgrím Elttør er favorittur at fara við plássinum, men ein annar møguleiki er víkamaðurin, sum í ár er liðskipari á liðnum hjá EB/Streymi.
Landsdysturin millum Føroyar og Eysturríki verður klokkan 19.30 í kvøld.
Samrøðan við Hans Paula kann hoyrast undir greinini.










