Hans Pauli á føroyskum

Fyri fyrstu ferð í 20 ár hevur Hans Pauli Olsen serframsýning heima í Føroyum. Hetta hendir klokkan 16 í dag, tá framsýning letur upp í Steinprenti, Østrøm, við skulpturum og tekningum eftir Hans Paula Olsen.

Hans Pauli er fyrst av øllum myndahøggari, sermerktu standmyndir hansara eru at síggja víða hvar um landið. Men hann er víða gitin aðrastaðni við, serstakliga í Danmark, har standmyndir hansara, andlitsmyndir og figurbólkar eru at síggja á listasøvnum og øðrum almennum støðum, hann er limur í listamannabólkinum Grønningen og hevur fingið fleiri virðislønir fyri list sína. 

- Til framsýningina í Steinprenti hevur Hans Pauli arbeitt við torso, sum myndevni, hugtaki og kveiking. Antikkar myndir – grikskar og rómverskar – eru sum kunnugt mangan at finna meira ella minni í brotum. Torsoin Venus frá Milo, eitt av meistaraverkunum í Louvre, hugtekur okkum, hóast armarnir vóru brotnir av, tá ið hon á sinni varð funnin. Rodin, ið hevur givið myndahøggara okkara mangan íblástur, telist millum teirra, ið dugdi at síggja skulpturella virðið í torsoini og skapaði slóðbrótandi verk á hesi leið. Hans Pauli tekur táttin upp, sær nýggjar møguleikar og skapar nýskapandi verk, ið vit kunnu fegnast um á hesi vøkru framsýning, verður millum annað sagt í tíðindaskrivi um framsýningina.

Tey flestu kenna Hans Paula sum myndahøggara, men nú hava vit eisini høvi til at læra hann at kenna sum teknara. Á hesi framsýning kunnu tey vitjandi síggja eina langa røð av eiggiligum modelltekningum.