Talv
Í hvøssum vindi og regni, fór annað umfar í gongd í mikumorgunin klokkan 10 í talvkappingini, 2nd International Kjølbro Heilsøla International. Tíbetur varð ikki talan um útitalv hesuferð, men hinvegin um flógvu karmarnar uppi í Skálanum.
Og har høvdu føroyingarnar ovmikið at frøðast um. Hans Kristian Simonsen vann sannførandi á skotska stórmeistaranum Collin Mcnabb við hvíta fólkinum. Hetta er triðju ferð at Hans Kristian hevur lagt ein stórmeistara niður. Hann er nú við í kappingini aftur, eftir tapið í gjár móti IM Eriksson.
Eisini Flóvin Tór Næs fekk eitt frálíkt úrslit. Hann basti danska altjóða meistaranum Klaus Berg í einum kontantum álopi. Flóvin breyt verjugarðarnar hjá Berg niður og danin mátti at enda geva ein mann fyri ikki at verða mátaður. Tað er ikki ofta, at føroyskir telvarar hølva altjóða meistarar av í einum so ósmædnum álopstalvi, so Flóvin er eisini komin væl við aftur eftir tapið í gjár móti Heina Olsen. Heini hinvegin, megnaði ikki at halda á við somu góðu taktunum í morgum. Hann tapti móti Kim Pilgaard, sum er ósigraður í Føroyum nú í trimum talvkappingum. Møguliga átti Heini at hildið talvið javnt, men í tíðneyðuni traðkaði hann við síðuna av og tað verður hart revsað av einum altjóða meistara í Pilgaard klassanum.
Føroyameistarin Martin Poulsen tapti annað talvið á rað, hesuferð móti svenskaranum Johan Eriksson, sum er sera sannførandi at síggja til. Eriksson er altjóða meistari, men hevur sítt borgarliga yrki á einum svenskum kjarnorkuverki. Hann kann við hetta lag gerast eitt gott boð uppá ein vinnara av allari kappingini.
Hjá unglingunum liggur Rani Baldursson framvegis á odda við 2 1/2 stigi, men heilir tríggir telvarar eru eittans eitt hálvt stig aftanfyri, og teir eru Rógvi Mortensen, Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorteinsson.
MYND, HANS KRISTIAN
Hans Kristian Simonsen vann móti skotska stórmeistaranum, Colin McNabb
Mynd: www.faroechess.com
Støðan eftir triðja umfar
1IM Johan EriksonSvøríki21142,0
1FM Heini OlsenFøroyar22642,0
1IM Sævar BjarnasonÍsland22842,0
1IM Kim PilgaardDanmark24592,0
5GM Colin McNabbSkotland23791,5
5IM Klaus BergDanmark24341,5
7Hans Kristian SimonsenFøroyar22401,0
7Martin PoulsenFøroyar22521,0
7Ólavur SimonsenFøroyar22611,0
7FM Flóvin Þór NæsFøroyar23371,0