Sunnudagin verður enn eitt lokalbrak í Havnini, tá teir bláu møta teimum grønu í høllini á Hálsi. Her hevur Neistin nevniliga heimadyst ímóti Kyndli, og undan dystinum er greitt, at bæði liðini hava brúk fyri einum sigri, um tey skulu røkka til finaluna um meistaraheitið.
Í løtuni liggur Kyndil á øðrum plássi í Atlantic Airways kappingini, men kappingin um hetta plássið er sera hørð. Beint í hølunum á teimum liggja trý lið, og sunnudagin skal Kyndil møta einum av hesum liðunum, Neistanum.
Neistin skal vinna
Tað er sera umráðandi hjá Neistanum at vinna dystin ímóti Kyndli. Í løtuni er Neistin tvey stig aftanfyri grannarnar, og tapa teir dystin, so verður munurin heili fýra stig, og tá verður ikki lætt at røkka til finaluna.
Hjá Neistanum eru allir mans til dystin fús sunnudagin, og Áki Mørk sigur, at hesin dysturin skal vinnast.
- Ja, allir mans eru tøkir hjá okkum. Jacob hevur ligið sjúkur í vikuni, men eg vænti við vissu, at hann verður tøkur til dystin ímóti Kyndli. Hetta verður ein sera týdningarmikil dystur. Í løtuni eru vit tvey stig aftanfyri júst Kyndil, og tí skal dysturin sunnudagin bara vinnast.
Hans Áki fer av landinum
Tað er eisini sera umráðandi fyri Kyndil at vinna dystin ímóti Neistanum Vinna teir dystin, so kunnu teir leggja Neistan enn longur aftur um seg, samstundis sum teir kunnu styrkja um sína støðu á øðrum plássi.
Kyndil hevur tó fingið eitt rættiligt skor fyri bógvin undan dystinum, tí ein av mest týðandi leikarunum verður ikki við. Hans Áki Dal Christiansen skal nevniliga til Danmarkar í arbeiðsørindum, og Hjalti Jacobsen ásannar, at hetta er ein missur hjá Kyndli.
- Hans Áki verður ikki við sunnudagin, tí han skal til Danmarkar í arbeiðsørindum. Hetta er ein stórur missur fyri okkum, og serliga í verjupartinum hevur Hans Áki nógv at siga. Nú vera vit noyddir at umskipa okkum eitt sindur í hesum partinum av spælinum.
Hjalti sigur tó, at sjálvt um Hans Áki ikki verður við, so má hesin dysturin vinnast.
- Hesin dysturin hevur tó ótrúliga nógv at siga fyri okkum. Vit skulu út á vøllin at vinna, tí vinna vit dystin, so kunnu vit styrkja nógv um okkara annað pláss.