Hondbóltssamband Føroya skal hava nýggjan stjóra, nú Hans Jón Thomsen hevur boðað frá, at hann sigur seg úr starvi, skrivar Hondbóltssambandið, sum nú søkir eftir nýggjum stjóra.
– Hetta seinasta árið, ið eg havi sitið sum stjóri, hevur verið serstakliga spennandi og avbjóðandi. Menningin í føroyskum hondbólti gongur við rúkandi ferð, og havi eg saman við nógvum dugnaligum fólkum roynt at lofta hesari menning skipanarliga og umsitingarliga. Tó, eftir nógv ár í leiðslu, havi eg valt at gera aðrar raðfestingar, og nú felagsskapurin skal taka næstu tøkini, fari eg at geva stafettina víðari, sigur Hans Jón Thomsen.
Hans Jón Thomsen heldur fram sum stjóri til eftir EM-endaspælið í januar, ella til nýggjur stjóri er settur. Í umsitingini hjá HSF starvast í dag, umframt stjóran, trý starvsfólk, sum taka sær av umsitingarliga, fíggjarliga, og ítróttarliga partinum í sambandinum.










