Aftaná 2-0 sigurin hjá Víkingi á NSÍ við Løkin í Runavík fekk Tróndur Arge orðið á veteranin hjá Víkingi, Hans Jørgen Djurhuus.
Veteranurin var glaður um tey trý stigini, men hann lat ikki bara væl at. Eins og í undanfarnu dystunum hevði Víkingur hópin av málmøguleikum, og tað ergrar Hans Jørgen, at ikki fleiri verða umsettir til mál til Víking.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Hans Jørgen Djurhuus. Fremst hoyrist frásøgnin hjá Tróndi av 2-0 málinum hjá Víkingi. André Olsen varð viðmerkjari.