- Hatta kann Anfinn Kallsberg ikki vera bekentur!
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er ikki sørt argur inn á tað, sum Anfinn Kallsberg, formaður í fíggjarnevndini, førdi fram í Sosialinum í gjár, um at eftir hansara tykki er tað einasta rætta at steðga øllum lønarhækkingum tey næstu árini, bæði á privata og almenna arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa búskapin aftur á beint.
- Vit skulu til lønarsamráðingar aftur um eitt ár og sjálvandi fara vit at krevja lønarhækking, staðfestir formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hann heldur, at Anfinn Kallsberg skuldi skamma seg, at koma við eini útsøgn sum hesari.
- Eg skilji ikki, hvussu Anfinn Kallsberg kann hugsa um at nokta okkum lønarhækking, eftir at allir prísir eru farnir upp í loft hesi seinastu árini.
- Síðani vit gjørdu sáttmálan fyri tveimum árum síðani, er prísirnir hækkaðir so nógv, at keypiorkan er minkað og sostatt er í veruleikanum talan um eina lønarlækking, staðfestir hann.
Mugu taka avleiðingarnar
Hann heldur, at tað er ein spurningur, hvussu leingi borgarin fer at finna seg í slíkari framferð og taka politikararnir nú rættin frá fakfeløgunum at samráðast um lønarhækkingar, mugu teir eisini vera til reiðar at taka avleiðingarnar av tí.
Hvørjar tær avleiðingarnar vera, vil hann ikki siga nakað um enn.
Kortini ivast hann ikki í, at vandin fyri álvarsligum avleiðingum er avgjørt til staðar, tí fólk eru rættiliga kroyst.
Men hann staðfestir, at skal talan verða um lønarsteðg, skulu heilt aðrir bollar í súpanina.
- So verður treytin tann, at landsstýrið kemur við í samráðingarnar ímillum fakfeløgini og arbeiðsgevaran fyri at tryggja okkum, at ongi avgjøld verða løgd á borgaran og at onnur avgjøld koma at lækka so at keypiorkan kann veksa.
- Tað ber ikki til at krevja lønarsteðg so leingi allir prísir fara upp, leggur Hans Joensen afturat.