Hans Jørgen staðfestir góðan hugburð og avrik hóast tap (FM1)

(FM1) Hoyr annan av venjarunum hjá ÍF, Hans Jørgen Djurhuus taka samanum 1-4 tapið móti KÍ, har ÍF var væl við í dystinum til 78 minuttir vóru farnir

##med2##

ÍF tapti aftur á heimavølli í dag, men hesaferð var ÍF væl við til eitt lítið korter var eftir av dystinum. ÍF tapti tá samanum kom greitt 1-4 móti KÍ, men í fyrra hálvleiki javnaðu teir til 1-1, og áðrenn KÍ legði seg á odda 1-0 hevði Dánjal á Lakjuni ein risamøguleika at leggja ÍF á odda 1-0.

ÍF – KÍ 1-4 (1-2)

0-1: Jóannes Bjartalíð (26.)

1-1: Uros Stojanov (27.)

1-2: Jákup B. Andreasen (45.)

1-3: Jóannes Bjartalíð (brotsspark - 77.)

1-4: Páll A. Klettskarð (84.)

Hans Jørgen Djurhuus, ið venur ÍF saman við Ólavi Larsen er ikki nøgdur við tapið, men um hann samanber við seinasta heimadyst móti HB, har ÍF var aftanfyri 0-3 í steðginum, so var talan um ein munandi betri hugburð og eitt munandi betri avrik. Á plusssíðuni kann ÍF eisini skriva, at Uros Stojanov hevur skotið fýra mál í trimum teimum fyrstu dystunum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Hans Jørgen Djurhuus. 

HER  ber til at hoyra: 1) Hoyr hvussu tað ljóðaði á FM1 tá frásøgumaðurin, Tróndur Arge segði frá teimum fimm málunum, ið komu í dystinum í Fuglafirði. Teitur Joensen var viðmerkjari. 2) Hoyr Teit Joensen taka samanum ein uppibornan KÍ-sigur, men Teitur heldur, at ÍF leikliga gjørdi tað væl mót FM-vinnarunum í dag. 3) Hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Mikkjal Thomassen. 

(Samrøða: Hans Jørgen Djurhuus)